295 fleiri løntakarar í juli

295 fleiri løntakarar í juli
Nú eru 28.158 løntakarar í landinum
28.158 løntakarar eru í landinum, og av teimum arbeiða 9.233 fólk í privatu vinnuni. (Savnsmynd)
 
17.08.2022 - 16:40

295 fleiri løntakarar vóru í juli í ár enn í juli í fjør. Í alt vóru 28.158 løntakarar í juli. 

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni

Ongantíð hava so nógv fólk arbeitt í privatu vinnuni sum nú. Í juli arbeiddu 9.233 fólk í privatu vinnuni, og tað eru 285 fólk fleiri enn sama tíðarskeið í 2019, sum var metár. 

 

 

Flest í almenna geiranum 

Tað er tó í alenna geiranum, at flest fólk arbeiða. Har vóru 10.386 løntakarar í juli. 

Býtt millum kynini vóru nágreiniliga 900 fleiri menn enn kvinnur.  

6,2 prosent av øllum løntakarum í juli høvdu annan enn danskan ríkisborgararætt, og tey arbeiða serliga í gistingarhús- og matstovuvinnuni og í fiskaídnaðinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815