Pisaroyndir og landsroyndir halda fram

Pisaroyndir og landsroyndir halda fram
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at endamálið við royndunum er at menna fólkaskúlan
Landsstýrismaðurin í mentamálum sigur, at nógv menning er hend í fólkaskúlanum síðani fyrstu pisakanningina í 2006. (Savnsmynd)
 
17.08.2022 - 08:28

Pisaroyndirnar og landsroyndirnar halda fram.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni.

Hann spurdi um pisaroyndir og landsroyndir í fólkaskúlanum.   

 

Menna skúlan

Yvirskipaða endamálið við pisaroyndum og landsroyndum er at menna føroyska fólkaskúlan, sigur Jenis av Rana.

Hann sigur eisini, at nógv menning er hend í fólkaskúlanum síðani fyrstu pisakanningina í 2006, millum annað, tí tilmæli í pisafrágreiðingum eru brúkt.

Landsroyndarúrslitið vísir ikki heildarúrtøkuna hjá næmingunum. 

Tí skal úrslitið í landsroyndini ikki standa einsamalt, men skal skiljast sum eitt ískoyti til regluligu eftirmetingina hjá skúlanum av úrtøkuni hjá næminginum í dagligu undirvísingini í avvarðandi lærugrein, stendur í svarinum hjá Jenisi av Rana. 

 

Kostaði 800.000 kr. 

Seinast, pisaroynd var, tað var í 2019, kostaði hon slakar 800.000 kr.

Í ár er hon mett at kosta 600.000 kr. 

Landsroyndirnar eru mettar at kosta 380.000 kr. í ár.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120