Árabáturin holvdist vestan fyri Írland

Árabáturin holvdist vestan fyri Írland
Báðir rógvararnir sluppu í gummibjargingarbát, og reka nú fyri vág og vind
Báturin við teimum báðum rógvarunum holvdist vestan fyri Írland tíðliga í morgun. (Mynd: Sosialurin)
 
18.08.2022 - 09:57

Árabáturin við tveimum føroyskum rógvarum, sum var á veg til Føroya, fekk í morgun so mikið stóran skaða, tá ið hann fekk ein sjógv, at rógvararnir máttu sleppa sær av bátinum. Hetta hendi umleið 800 fjórðingar úr Føroyum. 

Rógvararnir bjargaðu sær í ein gummibjargingarbát, og teir reka nú fyri vág og vind vestan fyri Írland. 

Bretar taka sær av bjargingini, og sambært MRCC Tórshavn, er eitt skip 20 fjórðingar frá teimum.

Rógvararnir hava róð úr Miami í USA um Atlantshavið, og vóru á veg til Føroya. 

Meira verður at frætta seinni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890