USA ætlar at seta eina sendistovu á stovn í Arktis

USA ætlar at seta eina sendistovu á stovn í Arktis
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken, ætlar í næstum at útnevna ein sendiharra, ið skal arbeiða í Arktis
Hugsanin við amerikonsku sendistovuni í Arktis er, at hon skal styrkja diplomatiið mitt í eini støðu, har lond sum Russland og Kina í alsamt størri mun eru til staðar á havleiðunum nærhendis
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.08.2022 - 11:27

Arktis er eitt heitt politiskt evni, og hesum geva serliga amerikanarar gætur.

Tí vilja teir nú hava eina sendistovu í Arktis, skrivar AP-tíðindastovan.

Hugsanin við hesi sendistovu er, at hon skal styrkja diplomatiið mitt í eini støðu, har lond sum Russland og Kina í alsamt størri mun eru til staðar á havleiðunum nærhendis.

Í fleiri økjum hevur globala upphitingin gjørt, at tað er siglandi, og tí er eisini torførari at hava tamarhald á hesum økjum.

Tí ætlar amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken, í næstum at útnevna ein sendiharra, ið skal arbeiða í Arktis.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111