Grava út fyri bygningi til tyrlusimulatorin

Grava út fyri bygningi til tyrlusimulatorin
Tyrlusimulatorurin verður væntandi klárur at taka í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2024
J&K Petersen grevur út fyri bygninginum til tyrlusimulatorin.
Mynd: VP.  
 
30.08.2022 - 11:18

Í síðstu viku var farið undir at grava út fyri nýggja bygninginum til tyrlusimulatorin hjá Atlantic Airways.

Tað skrivar vp.fo.

Bygningurin verður á økinum oman fyri Hotel Vágar.

Tað er Sørvágs kommuna, sum skal gera økið byggibúgvið, og J&K Petersen hevur fingið arbeiðið.

 

Tá Atlantsflog skrivaði undir sáttmálan við Thales Group um nýggja simulatorin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Íløgan er 100 mió. kr. 

Á tíðindafundi 2. juni boðaði Atlantic Airways frá, at flogfelagið hevði sett á stovn ein flogskúla við simulatori í Vágum. Íløgan er 100 mió. kr., og ætlanin er, at útlendskir tyrluskiparar eisini skulu koma til Føroya at brúka simulatorin.

Tá skrivaðu Niels Mortensen og Jóhanna á Bergi vegna Atlantic Airways undir keypsavtalu við Thales Group um at keypa ein nýmótans tyrlusimulator.

Tyrlusimulatorurin verður væntandi klárur at taka í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2024. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815