Kurstap ávirkaði úrslitið hjá Betri

Kurstap ávirkaði úrslitið hjá Betri
Hóast nógv verri úrslit fyrra hálvár í ár enn í fjør, væntar bankin, at úrslitið í ár verður millum 60 og 90 mió. kr.
Úrslitið hjá Betri banka fyrra hálvár var bara 17 mió. kr.
 
31.08.2022 - 14:31

Betri Banki hevði 17 milliónir krónur í avlopi fyrra hálvár í ár. 

Tað er eitt munandi verri úrslit enn fyrra hálvár 2021, tá ið avlopið var 67 milliónir krónur. 

Kurstap á lánsbrøvum er sambært hálvársfrásøgnini orsøkin til, at avlopið ikki er størri. 

Fyrra hálvár hevði bankin eitt kurstap upp á 41,8 milliónir krónur, sum er 39 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør. 

 

Vænta 60-90 mió. kr. í avlopi í ár

Hóast slaka úrslitið fyrra hálvár, so heldur bankin kortini fast í metingini úr ársfrásøgnini fyri 2021, har mett varð, at avlopið í 2022 fer at liggja millum 60 og 90 milliónir krónur, tí mett verður, at seinna hálvár ikki í sama mun verður ávirkað av kurstapum. 

Harnæst metir bankin, at rentutillagingarnar fara at ávirka soleiðis, at úrslitið fyri alt 2022 fer at liggja innan fyri upprunaligu metingina, sum er millum 60 og 90 milliónir krónur. 

 

Jean Djurhuus er stjóri í Betri banka.

 

Nøktandi úrslit

Jean Djurhuus, stjóri í Betri banka, sigur, at eftir umstøðunum er úrslitið fyrra hálvár nøktandi, hóast tað er 50 milliónir kr. minni enn somu tíð í fjør:

31082022_-_Jean_Djurhuus_til_net


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290