- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Orðaskifti um føroyska politikkin mótvegis Russlandi
Breddin: Orðaskifti um føroyska politikkin mótvegis Russlandi
Umboð fyri allar flokkar á tingi eru í útvarpsstovuni

Umboð fyri allar flokkar eru í útvarpsstovuni og skifta orð um kríggið í Ukraina og føroyska politikkin mótvegis Russlandi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
07.09.2022 - 09:24
Russland hevur nú verið í kríggi við grannalandið Ukraina í meira enn hálvt ár. Flestu vestanlond hava sett revsitiltøk í verk móti Russlandi, teirra millum Føroyar.
Men hvønn mun gera revsitiltøkini, sum Føroyar hava sett í gildi? Og hava Føroyar eina moralska ella etiska skyldu at gera meira, enn vit gera ídag, í eini roynd at gera okkara til at steðga krígnum.
Á Breddanum í dag bjóða vit øllum sjey flokkum á løgtingi at gera støðuna upp og kjakast um føroyska politikkin mótvegis Russlandi.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV