Metnógv av yngli á Bankanum, men sera lítið undir landi

bannari
Metnógv av yngli á Bankanum, men sera lítið undir landi
- Tað vóru í veruleikanum tvær ekstremar søgur. Vit fingu heilt ekstremt lítið av fiskayngli á Landgrunninum, og heilt ekstremt nógv á Føroyabanka, sigur fiskifrøðingur.
Fiskayngul í pottamáli
Mynd: Havstovan  
 
11.07.2026 - 12:44

Beint nú eru toskayngul 2-3 sentimetrar long, og eitt stórt tal av teimum svimur uppi í sjónum, har tey eta djóraæti. Á Føroyabanka eru toskaynglini metnógv í ár, vísir seg í yvirlitstrolingunum hjá Havstovuni. Tað vanliga er, at umleið 50 yngul koma í trolið í hvørjum háli - í ár var talið 4000 í hvørjum háli. Hetta er at gleðast um, sigur Helga Bára Vang Mohr, fiskifrøðingur. 

- Tað hongur nokk saman við gróðrinum. Gróðurin á Landgrunninum hevur verið vánaligur í vár, meðan gróðurin á Føroyabanka var heldur frægari, greiðir hon frá. 

At fara frá einum miðaltali, sum eitur 53 lítlir fiskar í einum háli til 4000 er met. Og hetta fer heilt vist at verða kannað nærri, sigur Helga Bára Vang Mohr.

Men hvat kann tað vera, sum ger, at gróðurin er betri á Føroyabanka enn á landleiðunum? Fiskifrøðingurin skundar sær at taka fyrivarni, tí hon er fiski-, ikki havfrøðingur, men sigur kortini, at tey á Havstovuni hava gjørt sær tankar um hetta.

- Vit hava sæð nakrar ábendingar um, at tað eru viðurskifti í havumhvørvinum sum kunnu gera, at gróðurin á landgrunninum verður verri í ár og komandi árini. Meðan Føroyabanki er longri útiá, og er meira opin, og verður tí kanska ikki so ávirkaður, sigur Helga Bára Vang Mohr.

So vit skulu vænta, at føðigrundarlagið á Føroyabanka verður gott, meðan tað á Landgrunninum, inni við oyggjarnar, verður verri hjá bæði fugli og fiski at finna føði. Og - at tað gongur betri á Føroyabanka kann ikki uppviga støðuna undir landi. Toskastovnurin á Landgrunninum er vanliga eini 10 ferðir størri enn stovnurin á Føroyabanka - og stovnarnir eru eisini rættiliga atskildir. Toskurin á Føroyabanka kemur ikki inn undir land, fyri tí um her er betri pláss.

- Tað eru tveir sjálvstøðugir stovnar, og vit hava víst á, at tað er ikki so nógv ferðing ímillum teir báðar stovnarnar.

Og støðan á Landgrunninum er so mikið álvarslig, at fiskifrøðingurin stúrir. 

- Ein kann vænta, at føðiviðurskiftini á landgrunninum verða onki serlig næsta vetur, nú tá tað er so øgiliga lítið av yngli. Ti tað er ikki bara toskayngul, vit hava kannað, tað er eisini hvítingsbróður og nebbasild. Og tað er jú føði hjá okkara botnfiskastovnum. Vit síggja heilt lítið av tí ynglinum eisini, so tað elvir til stúran.

Tað er serliga toskastovnurin, sum kann væntast at líða undir, at lítið er at finna av yngli hjá hvítingsbróðuri og nebbasild.

Samlaða nøgdin av hesum yngli var tann fjórðlægsta, sum er skrásett, síðani kanningarnar byrjaðu í 1983, skrivar Havstovan í túrfrágreiðingini, sum kann lesast her . Kanningarnar í ár vórðu gjørdar í juni mánaða.

 

 


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985