Summarfestivalurin hevur bestu kvinnuumboðanina

Summarfestivalurin hevur bestu kvinnuumboðanina
Í nógv ár hevur G!festivalurin ligið á odda, men nú er Summarfestivalurin farin framum, tá ið ræður um at hava kvinnur á skránni
Summarfestivalurin fyri nøkrum árum síðani. Aftur í ár Summarfestivalurin, tá ið ræður um kvinnuliga umboðan.
 
11.07.2026 - 12:20

Summarfestivalurin er á odda, tá ið ræður um kvinnuumboðan í summar.  

Kendi festivalurin í Klaksvík, við slagorðinum "Har hittini hittast", hevur í nógv ár havt fáar kvinnur á skránni, men hetta er nú broytt.

 


Erik Biskupstø.

 

- Summar Festivalurin skal umboða alt samfelagið, og tað er jú bæði menn og kvinnur. Tá skráin verður løgd, hava vit hetta í huga, sigur Erik Biskupstø, fyriskipari av Summarfestivalinum.

Í mong ár hevur G!festivalurin havt størstu kvinnuumboðanina á føroysku festivalskránni. Vanliga hevur hon ligið millum 30-35 prosent Men í fjør fór Summarfestivalurin framum, og eisini í ár er hann tann festivalurin, sum hevur flestar kvinnur á skránni.

Hoyr innslag, sum Bjartur Sigmundarson legði til rættis:

 

10072026_Summarfestivalur


 

Í innslagnum hoyrdu vit Erik Biskupstø, fyriskipara av Summarfestivalinum, Jenný Agustudóttir Kragesteen, forfólk í Tónleikasambandinum, og Marionnu Winther Nagata, samskipara í Tónleikasambandinum. 

Vit hoyrdu eisini upptøkur av konsert hjá Guðrið Hansdóttir, Kristinu Bærentsen og Lenu Anderasen á Summarfestivalinum. Og av Eivør á G! festivalinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655