Føroysku miðlarnir fáa nú fleiri pengar

Um KVFBloggur
Føroysku miðlarnir fáa nú fleiri pengar
Tað var boðskapurin hjá bæði løgmanni og landsstýrismanninum í mentamálum í sambandi við stóru miðlaráðstevnuna í Norðurlandahúsinum herfyri
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09-09-2022

Pengarnir skulu koma frá meirvirðisgjaldinum á útlendskum lýsingum og stroymingartænastum.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, legði dent á týðandi leiklutin hjá miðlunum, tá hann setti stóru miðlaráðstevnuna, sum var í Norðurlandahúsinum 18. august. Løgmaður segði m.a., at miðlarnir eru ein grundleggjandi partur av savningarmegini, rættvísi og trivnaði í føroyska samfelagnum. 

Hoyr stutt brot úr setanarrøðu løgmans her:

 

20220818_Midlaradstevna_BardurNielsen_Brot_1

 

Bárður á Steig Nielsen ásannaði, at føroysku miðlarnir eru í tungum sjógvi fíggjarliga. Hann var tí sinnaður at lata meirvirðisgjald fyri útlendskar lýsingar, sum í dag endar í danska landskassanum, koma føroysku miðlunum til góðar:

 

20220818_Midlaradstevna_BardurNielsen_Brot_2

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, tók undir við hesum leisti. Í útvarpstíðindunum hóskvøldið 18. august segði hann, at meirvirðisgjaldið fyri stroymingartænastuhald í Føroyum, sum í dag fer í danska landskassan, heldur skal fara til m.a. privatu føroysku miðlarnar og Kringvarpið:

 

Jenis_ljodbrot_1

 

Hoyr alla framløguna hjá Løgmanni niðanfyri: 

20220818_Midlaradstevna_Bardur_a_Steig_Nielsen

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904

Um kvf css