74 størv horvin á Dimmalætting og Sosialinum

Um KVFBloggur
74 størv horvin á Dimmalætting og Sosialinum
Í dag arbeiða bara 22 starvsfólk á Dimmalætting og Sosialinum. Í 2008 vóru tey 96. Sostatt eru 74 størv horvin á teimum báðum størstu bløðunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13-09-2022

Bløðini høvdu sína stórleikatíð í 90unum og 00unum, og Dimmalætting stóð seg best av teimum báðum størstu bløðunum, Dimmalætting og Sosialurin. Síðani 2010 er bert farið ein veg hjá privatu miðlunum. Hetta staðfestir Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, á miðlaráðstevnu í Norðurlandahúsinum í august.

Lønirnar á Sosialinum og Dimmalætting minkaðu úr 41,7 mió. tilsamans í 2008 niður í slakar 9,8 mió. í 2020/2021. Starvsfólkahópurin minkaði við 74 fólkum hesi árini. Sostatt eru 24,3 mió. kr. horvnar úr roknskapinum hjá Dimmalætting og Sosialinum hesi árini. Í dag arbeiða bara 22 starvsfólk á teimum báðum størstu bløðunum í Føroyum.

Hoyr Eirik Lindenskov greiða frá her:

20220818_Midlaradstevna_Eirikur_Lindenskov_brot_1

 

Øll framløgan hjá Eiriki Lindenskov sæst niðanfyri: 

20220818_Midlaradstevna_Eirikur_Lindenskov

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472

Um kvf css