Stríð fyri framman

Um KVFBloggur
Stríð fyri framman
Tøknirisarnir hava átt pallin í tíggju ár. Tí er alt meira journalistiskt tilfar, sum privatu miðlarnir hava framleitt, endað á t.d. altjóða pallum hjá Google og facebook
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14-10-2022

Stórar broytingar hava verið í miðlalandslagnum seinastu áratíggjuni, sigur stjórin í Danske Medier, Mads Brandstrup.

Stórleikatíðin hjá analogu miðlunum var beint undan túsundáraskiftinum.

Tey fyrstu tíggju árini hesu megin túsundáraskiftið vóru vónirnar til alnetið alstórar. Tá varð hildið, at tænastur á netinum fóru at vera ókeypis.

Síðani komu tøknirisarnir á pallin, og ein alt størri partur av lýsingainntøkunum á netinum, sum áður fóru til miðlarnar, endaði nú hjá eitt nú Google og facebook.

Í staðin máttu miðlarnir finna fígging við at krevja gjald fyri alt tað journalistiska tilfarið ella partar av tilfarinum.

Tá hetta tilfarið samstundis í alt størri mun endaði á pallunum hjá tøknirisunum, fingu privatu miðlarnir ein risastóran trupulleika, sum teir enn dragast við. 

 

20220818_Midlaradstevna_Mads_Brandstrup_brot_1

 

Í endanum av 00´unum gjørdust miðlarnir alt meira talgildir. Samstundis fingu tøknirisarnir atgongd til størri og størri mongdir av data og gjørdust altjóða tænastuveitarar og gatekeepers á einum stigi, sum ikki var sætt áður. Google hevur t.d. ræðið á stórum parti av vistskipanini, tá tað kemur til bæði leitingar og lýsingar á netinum. 

Privati miðlamarknaðurin kom undir eitt ógvisligt trýst. Lýsingainntøkurnar vóru fyri tað mesta burtur, og tað gekk so sum so við at fáa brúkaran at gjalda fyri tilfar á netinum, sum hann áður hevði fingið ókeypis. Hópin av privatum miðlum og blaðhúsum noyddust at snara lykilin um. 

 

Miðlarnir krevja nú sín rætt

Nýggja ES-fyriskipanin um upphavsrætt gevur miðlum møguleika at fara saman at samráðast beinleiðis við tøknirisarnar um rættindi, uttan at hetta verður sæð sum brot á lógarverkið um innara marknaðin í ES. Hervið hava miðlarnir fingið amboðini til at fara í hernað móti tøknirisunum fyri at fáa gjald fyri teirra journalistiska tilfar, sum er endað á pallunum hjá tøknirisunum.

 

20220818_Midlaradstevna_Mads_Brandstrup_brot_2

 

>>Lurta eftir framløguni hjá Mads Brandstrup niðanfyri. Meira tilfar frá miðlaráðstevnuni Miðlar á vegamóti er at finna her. 

 

20220818_Midlaradstevna_Mads_Brandstrup

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335

Um kvf css