Ákærdur fyri at hava likið loynidómar

Ákærdur fyri at hava likið loynidómar
Fyrrverandi stjórin í fregnartænastuni hjá donsku verjuni, sum hevur verið skuldsettur, er nú ákærdur í málinum
Lars Findsen, fyrrverandi stjóri í donsku fregnartænastuni, er nú ákærdur fyri at hava likið loynidómar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.09.2022 - 14:28

Fyrrverandi stjórin í fregnartænastuni hjá donsku verjuni, Lars Findsen, er ákærdur fyri at hava likið loynidómar, sum kunnu skaða trygdina hjá Danmark.

Tað váttar verji hansara, Lars Kjeldsen, fyri donskum miðlum.

Lars Findsen er ákærdur fyri at hava brotið lógina í seks førum. Fyrrverandi stjórin í fregnartænastuni hjá donsku verjuni skal hava likið ríkisloyndarmál ella aðrar loyniligar upplýsingar fyri seks fólkum, av hesum tveimum journalistum.

 

Tikin í desember

Findsen varð handtikin og varðhaldsfongslaður tíðliga í desember í fjør og skuldsettur fyri at hava likið loyniligar upplýsingar, sum kunnu skaða trygdina hjá Danmark. Hann var latin leysur í februar, men var framvegis skuldsettur. Nú er hann ákærdur í málinum.

Danski løgmálaráðharrin, Mattias Tesfaye, hevur valt at gera, sum ríkisákærin mælir til, og reisa ákæru ímóti Lars Findsen fyri at bróta grein 109, stk. 1, í revsilógini. 

Hetta er fyrstu ferð í 40 ár, at hendan greinin verður brúkt.

Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing.

Dómsmenn skulu døma í málinum, og verður Lars Findsen dømdur í málinum, krevur ákæruvaldið, at revsingin verður í mesta lagi fýra ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815