Stórur eldur í sethúsum í Havn

Stórur eldur í sethúsum í Havn
Løgreglan heitir á grannar um at lata vindeygu og hurðar aftur, tí roykurin er so nógvur.
Nógvur roykur kemur úr húsunum, og politiið heitir á grannar um at lata vindeygu og hurðar aftur
Mynd: Bjarnheðin í Hoyvík.  
 
16.09.2022 - 13:55

Stórur eldur er í einum sethúsum í J. H. Schrøtersgøtu í Havn.

Fólk, sum vóru í húsunum, eru komin út, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini, Paula Eikhólm.

Tað var klokkan eitt korter til tvey, at løgreglan fekk fráboðan um eldin.

Tað var onkur, sum gekk framvið, ella var nærindis, sum ringdi til politiið.

- Politibilar og sjúkrabilur vórðu sendir á staðið, soleiðis sum vit altíð gera, sigur vaktarleiðarin.

Løgreglan heitir á grannar um at lata vindeygu og hurðar aftur, tí roykurin er so nógvur.

Enn veit løgreglan einki um, hví eldur kom í.

 

(Mynd: Bjarnheðin í Hoyvík)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985