Vælkomin í bókaklubban!

Vælkomin í bókaklubban!
Hevur tú hug til at lesa eina góða bók og vera við í kjakinum um hana aftaná, so er at finna tær eitt eintak av 'Ikki fyrr enn tá'
 
16.09.2022 - 11:15

Hetta er tíðin, tá veðrið byrjar at reka okkum inn, eftir at vit hava brúkt nógva tíð úti. Tá eru mong, sum leita sær til bøkurnar, tí ein løta í sofuni við einum drekkamunni og einari bók byrjar at ljóða freistandi. Men har kann vera eitt sindur langt frá tanka til gerð, tí kanska er tað langt síðan tú seinast hevði eina bók í hondini, ella kanska tørvar tær hugflogið til at velja røttu bókina?

Her kann bókaklubbin kanska hjálpa tær, tí vit hava leitað okkum ráðgeving hjá teimum, ið vanliga fáast við fólk, sum lesa. 

 


'Ikki fyrr enn tá' eftir Oddfríð Marna Rasmussen er eitt gott boð uppá eina góða heystbók, halda Vígdis Bjarnadóttir og Eilen Anthoniussen, sum eru ávíkavist bókavørður á Býarbókasavninum og átaksleiðari í Føroyar Lesa.

Bókin er viðkomandi, tí hon er nýggj og viðger tíðina vit liva í í dag. So snýr hon seg eisini um eitt parlag, sum broytist, tá kvinnan gerst sjúk av bróstkrabba, og hvussu maðurin roynir at halda einum gerandisdegi saman.

Ætlanin við bókaklubbanum er, at vit bjóða øllum at lesa bókina, og so verður bókin viðgjørd í morgunsendingini tann 21. oktober, har vit vóna at fáa eina rúgvu av tykkara meiningum og hugsanum.
Evnini á degnum vera trý:

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666

Meira um sama evni