- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trygvi Danielsen fingið M.A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir

Trygvi Danielsen hevur fingið M.A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir 2026 fyri skaldsøguna "hey :) tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum."
Í grundgevingini fyir at geva Trygva Danielsen virðislønina stendur, at "hey :)" er ein sjáldsama óunnilig bók um einsemið hjá ungum dreingi, sum situr í einum kjallara framman fyri telduni dag og nátt.
Sambond hansara við onnur menniskju eru avmarkað og sum heild miseydnað.
Kjattboð
Framman fyri telduni er hann sum eitt tómt ílat, ið fyllist við søgum um ein syndraðan heim.
Teksturin í "hey :)" er settur upp sum boð í kjatti, og orðalagið er hareftir.
Á teimum viðhvørt tómu síðunum í bókini røkkur ráðaloysið inn í lesaran.
Rakar beint inn í samtíðina
"hey :)" er ein dystopisk søga um neyðarsliga vreiði hjá ungum dreingjum, sum illa duga at vera til í samfelagnum, og hvørs sambond við onnur menniskju sum oftast eru talgild.
Við undirheitinum “tað metamodernistiska dómadagsmanifestið” verður sóknast eftir einum øðrum slagi av søgum, har loyst verður upp fyri teimum mótsetningum, sum eyðkenna dagsins samfelag.
"hey :) tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum" er listaliga væl hugsað og gjørd og rakar beint inn í samtíðina.
M.A. Jacobsens virðislønin fyri fagrar bókmentir er 75.000 krónur.























