Bók um avroð fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir

Bók um avroð fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir
Anniku Kunoy Im og Tóru Effersøe Mortensen frá blaðnum Kvinnu hava fingið M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir 2026 fyri bókina um avroð, "Tað, sum eftir er"
Tóra Effersøe Mortensen og Annika Kunoy Im, sum í dag eiga og og reka Kvinnu, hava fingið M.A. Jacobsens virðislønina fyri yrkisbókmentir
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
01.10.2026 - 17:30

M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir 2026 verður latin Anniku Kunoy Im og Tóru Effersøe Mortensen fyri bókina "Tað, sum eftir er - smakkir úr og søgur um avroð".

Í hesi estetisku bók traðka siðbundna matmentanin og landbúnaðurin inn í nútíðina.

Avroðini, sum í dag eru lítilsmett, fáa við hesi bók hægri tign. Bæði sum konsept og sum liðugt verk er bókin serstøk.

 

Burðardygd og siðvenjur

Søgurnar í bókini eru um samanhald, um burðardygd og um at halda fast í siðvenjum í eini tíð, har vit verða alsamt meiri ávirkað av heiminum kring okkum.

Eins og bókin er vøkur, fær bókin okkum eisini at síggja tað vakra í avroðunum, sum annars í stóran mun enda sum burturkast.

Bókin skarar eisini framúr í síni heild, sum við livandi teksti, vøkrum myndum og snøggari uppseting lýsir avroð sum serligt og virðismikið tilfeingi, men eisini við uppskriftum, sum geva lesaranum íblástur til at gagnnýta hetta tilfeingið.

Tað, sum eftir er er eitt frálíkt verk, sum bæði ríkar siðbundnu føroysku mentanina og letur eyguni á lesaranum upp fyri tí ríkidømi, vit longu hava.

M.A. Jacobsens virðislønin fyri yrkisbókmentir er 75.000 krónur. 


Mynd: Kvinna
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329