FRÁBOÐAN: Stór venjing í Sørvági

FRÁBOÐAN: Stór venjing í Sørvági
Vága Floghavn og løgreglan boða frá, at ein stór venjing er júst byrjað við Bíggjarvegin í Sørvági við luttøku av fleiri tilbúgvingarakførum, tyrlum og skipum
Stór venjing við Bíggjarveg í Sørvági í løtuni. Fólk verða biðin um at halda seg burtur
Mynd: Savnsmynd / Gilli Brend í Hoyvík  
 
20.09.2022 - 17:45

Fólk verða biðin um at halda seg burtur frá venjingarøkinum, nú Vága Floghavn og løgreglan boðar frá, at ein stór venjing júst er byrjað við Bíggjarvegin í Sørvági. 

Í fráboðanin stendur, at tað er nógvur roykur og nógv ferðsla við tilbúgvingarakførum, tyrlum og skipum.

Eisini verða fólk biðin um at vísa varsemi á vegastrekkinum frá Bíggjarvegnum niðan til Vatnsoyrar, har nógv ferðsla verður við akførum sum luttaka í venjingini.

Í samband við venjingina er Bíggjarvegurin stongdur á strekkinum frá Skúlavegi í Sørvági til Bíggjar í tíðarskeiðnum frá kl. 16.45 til 19.30, og meðan venjingin er í gongd, sigur also Vága Floghavn og løgreglan

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025