Vil hava uppgerð fyri kostnaðin av Asfaltverkinum

21.09.2022 - 16:15
AktueltSamfelag
Vil hava uppgerð fyri kostnaðin av Asfaltverkinum
Umleið ein mánað eftir, at Landsverk hevði keypt verkið, fór felagið, sum seldi, í sjálvbodna likvidatión, so eingin var at fara eftir
Asfaltverkið a Sundi spøkir enn.
 

Asfaltverkið á Sundi spøkir enn, og so seint sum í juni í ár, hevur Landsgrannskoðanin biðið landsstýrismannin um yvirlit ella uppgerð av samlaða kostnaðinum av skervverkinum.

Tað ger stovnurin, eftir at hava grannskoðað roknskapin á kontuni, "Asfalt og skervverk, løgujáttan".

Í frágreiðingini fyri landsroknskapin í 2021, sum Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum, vísir stovnurin á, at í 2018 var eingin játtan í fíggjarlógini, men 24,5 mió.kr., sum landið rindaði fyri Asfaltverkið á Sundi, eru bókaðar sum útreiðsla, og 15,8 mió.kr. fyri “leigugjøld”, sum Landsverk áður hevði goldið, vóru bókaðar sum negativar útreiðslur.

Í 2019 vóru 7,5 mió.kr. játtaðar við eykajáttanarlóg í desember, harav vóru 6,3 mió. kr. av óbrúktari játtan fluttar til 2020. 

Í 2021 eru játtaðar 10 mió.kr. og 11 mió.kr. í 2022.

 

 

34,5 mió. kr. at endurnýggja fyri

Seinast í apríl í ár samtykti Løgtingið at endurnýggja asfaltverk og skervverk hjá Landsverki, har játtanin í mesta lagi kann vera 34,5 mió.kr. Lógin fer úr gildi 1. januar 2025.

Í álitinum frá Fíggjarnevndini stendur m.a., at løguætlanin frá 2021 til 2023 er 34,5 mió.kr., og at 16 mió.kr. eru brúktar, soleiðis at samlaði kostnaðurin verður 50,5 mió.kr.

Í fleiri ár hevur órógv verið av asfaltverkinum á Sundi.

Verkið var selt einum felag, sum Landsverk síðani leigaði verkið frá, og síðani keypti verkið aftur frá í 2019. Tá hvarv eisini møguleikin hjá Landsverki at lata handilin ganga aftur, ella at reisa endurgjaldskrav.

Tað hendi, tá Landsverk gjørdi av at keypa verkið fyri 24,5 milliónir kr., heldur enn at langtíðarleiga verkið.

 

 

Í sjálvbodna likvidatión

Umleið ein mánað eftir, at Landsverk hevði keypt verkið, fór felagið í sjálvbodna likvidatión, so eingin var at fara eftir. 

Roknskapurin hjá felagnum, sum eitt skifti átti verkið, var nógv merktur av handlinum við Landsverk. 

Frá 2005 og fram til fyrstu leiguavtaluna við Landsverk í 2016, hevði felagið millum 1,7 og 4,8 milliónir krónur í yvirskoti. 

Í 2016, tá avtalan var gjørd við Landsverk, var úrslitið 11,7 milliónir krónur, og átta milliónir vórðu goldnar í vinningsbýti. 

Í 2017 og 2018 var yvirskotið beint oman fyri tríggjar milliónir krónur, sum fyrst og fremst kom frá leiguni til Landsverk.

Og tá Landsverk so í 2019 avgjørdi at keypa og rinda restina, var felagið upployst.

Nú skal so Landsverk eiga og reka verkið aftur, og tilsamans góðar 50 milliónir kr. skulu nýtast til tað.

Landsgrannskoðanin vil ikki gera fleiri viðmerkingar til tað, sum stendur í frágreiðingini, men vísir til løgtingsgrannskoðararnar, sum júst hava fingið frágreiðingina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. oktober
Bolero: Mozart
145641
Sunnudag 2. oktober
Mono - Dávidssálmar (4:5)
145638
Sunnudag 2. oktober
Møti: Frá mansstevnu í Zarepta
145334
Leygardag 1. oktober
Brunsj við Pól Sundskarð
145636
Leygardag 1. oktober
Plátupanelið #001: 1982
145632
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. oktober
Innsavningartiltak hjá Bláa Krossi
145640
Mánadag 26. september
3-2
145358
Sunnudag 25. september
Sangmøti í Ebenezer.
145276
Sunnudag 25. september
Andakt við Palla Petersen
145275
Mánadag 19. september
3-2
145026