Betri Trygging 40 milliónir í halli fyrra hálvár

Betri Trygging 40 milliónir í halli fyrra hálvár
Ferð er komin á aftur samfelagið, og tí vóru skaðarnir nógv fleiri í ár enn í fjør, sigur felagið
Úrslitið hjá Betri Trygging versnaði munandi fyrra hálvár samanborið við somu tíð í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.09.2022 - 08:42

Fyrra hálvár í ár royndist munandi verri hjá Betri Trygging, enn fyrra hálvár í fjør. 

Í ár var talan um 40 milliónir kr. í halli, afturímóti 52 milliónir kr. í avlopi í fjør, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Ferð er komin á aftur samfelagið, og tí vóru skaðarnir nógv fleiri í ár enn í fjør. 

Tveir stórir skaðar vóru í vár, meðan eingin stórur skaði var í fjør.

Fyrra hálvár í ár vóru yvir 6.000 skaðar, næstan túsund fleiri enn fyrra hálvár í fjør.

 

Rindaðu 142 mió. fyri skaðar

Fyrra hálvár í ár vóru 142 milliónir kr. rindaðar fyri skaðar, samanborið við góðar 100 milliónir kr. fyrra hálvár í fjør.

Tryggingarinntøkurnar eru størri í ár, 232 milliónir kr. fyrra hálvár, samanborið til 218 milliónir kr. fyrra hálvár í fjør.

Solvensurin er 313 prosent, í fjør var hann 278 prosent.

 

Ingunn Eiriksdóttir er forstjóri í Betri Trygging.

 

Tvíbýtt úrslit

 - Vit kunnu siga, at hálvársroknskapurin vísir tvíbýtt úrslit. Hóast íløgurnar í løtuni geva undirskot, er tryggingartekniska úrslitið gott, og vit hava sterkt og væl rikið felag. Solvensurin er hækkaður síðani í fjør, tí álitið á felagið er gott, bæði innanlands og uttanlands, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008