Fáa framvegis góðan prís fyri tosk

Fáa framvegis góðan prís fyri tosk
Toskur 1 var seldur fyri meira enn 40 kr. kg á Fiskamarknaðinum
Toskur hevur framvegis góðan prís, hóast hann ikki hevur MSC-góðkenning. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.09.2022 - 08:30

Líkt er ikki til, at prísurin á toski lækkar stórvegis, hóast toskurin misti MSC-góðkenningina í farnu viku.

Í gjár vóru bert smáar nøgdir av toski seldar á Fiskamarknaðinum, men prísurin var góður.

Toskur 1 var seldur fyri meir enn 40 kr. fyri kg., toskur 2 fyri meir enn 30 kr. kg., og toskur 3 fór fyri 25 kr. í meðal fyri kg.

Meðalprísurin á hýsu, sum hevur MSC-góðkenning, var um 23 kr. fyri kg. fyri størstu hýsuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961