Laksaprísurin sveiggjar nógv

Laksaprísurin sveiggjar nógv
Prísurin var 29 kr./kg í desember 2020, men í apríl í ár var hann 95 kr./kg
 
26.09.2022 - 15:18

Tað var óvanliga stórt sveiggj í laksaprísinum í vár.

Landsbankin sigur, at laksaprísurin í desember 2020 var heilt niðri á 29 kr./kg., men er síðani hækkaður nógv, og setti í endanum av apríl 2022 met, tá spotprísurin á fishpool.eu var 95 kr./kg.

Spotprísurin á laksi er í løtuni nærri 46 kr./kg. 

Ikki allur laksurin er seldur fyri høga spotprísin; sumt verður til dømis útflutt sum verður - ella portiónir, og verða vanliga seldar fyri prísin, ið var galdandi í fjør. 

Meðan Fishpool væntar, at prísurin fer  at hækka eitt vet móti endanum av árinum, væntar alivinnan, at prísurin fer at lækka í heyst, tí útboðið á heimsmarknaðinum er vaksið, sigur Landsbankin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576