Dánial og Annika fingu bókmentavirðisløn

Dánial og Annika fingu bókmentavirðisløn
Útnorðurráðið sigur um bókina, at Dánial Hoydal varpar ljós á eitt eymt og viðkomandi evni á ein virðiligan og barnavinaligan hátt
Dánial Hoydal hevur skrivað og Annika Oyrabø hevur myndprýtt bókina "Abbi og eg og abbi"
 
07.10.2022 - 14:45

Bókin hjá Dániali Hoydal, "Abbi og eg og abbi," hevur fingið barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.

Annika Øyrabø hevur myndprýtt bókina, sum er um ein drong og abba hansara, sum broytist og byrjar at gloyma.

Útnorðurráðið sigur um bókina, at Dánial Hoydal varpar ljós á eitt eymt og viðkomandi evni á ein virðiligan og barnavinaligan hátt. 

Lætt og sakliga gevur bókin høvi at práta um demens, sum rakar nógvar familjur.

Annika Øyrabø dugir kynstrið at skapa eina søgu bara við myndum. 

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2021.

Ein bók úr Íslandi og ein úr Grønlandi vóru eisini innstillaðar til virðislønina.

Virðislønin er 60.000 krónur. Hon verður latin annað hvørt ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 39 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457