Nú verður ikki neyðugt at flyta klokkuna

Nú verður ikki neyðugt at flyta klokkuna
Við uppskotinum skulu vit í Føroyum hava summartíð alt árið
Tíðin er farin frá at flyta klokkuna, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur sent uppskotið um summartíð alt árið til hoyringar.
 
07.10.2022 - 15:03

Uppskotið um at hava somu klokkutíð alt árið í Føroyum, er sent til hoyringar.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum eigur uppskotið, sigur í viðmerkingunum til tað, at vit nú fáa ein eyka tíma av dagsljósi seinnapart um veturin, og somu klokkutíð sum Evropa helvtina av árinum. 

Við uppskotinum skulu vit í Føroyum ikki longur flyta klokkuna tvær ferðir um árið, men fáa í staðin summartíð (UTC+1) alt árið.

 

Tíðin farin

- Tíðin er farin frá at flyta klokkuna. Fleiri fyrimunir eru við at fara til varandi summartíð, millum annað ljósari seinnapartar um veturin. Nú er uppskotið sent til almenna hoyring, og eg vóni at fleiri fara at nýta høvi til at koma við viðmerkingum, soleiðis at vit fáa eitt gott kjak um uppskotið, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Uppskotið løgtingslóg um klokkutíð liggur til almenna hoyring inni á ummælisportalinum hjá landsstýrinum, har øll hava møguleika fyri at gera viðmerkingar. Hoyringsfreistin er 7. november 2022.

Sí uppskotið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286