Føroyar og Noreg ætla at samstarva á fleiri økjum

Føroyar og Noreg ætla at samstarva á fleiri økjum
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur hitt norska forsætisráðharran í Oslo í dag
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jonas Gahr Støre, norskur forsætisráðharri, hava havt fund í Oslo í dag.
Mynd: Løgmansskrivstovan  
 
12.10.2022 - 14:02

Løgmaður og norski forsætisráðharrin høvdu ein góðan og gevandi fund í Oslo í dag, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

Bæði Føroyar og Noreg hava havt eitt søguliga sterkt samstarv við Russland, og júst Russland var ovast á breddanum, tá ið Bárður á Steig Nielsen og Jonas Gahr Støre hittust í almenna bústaðnum hjá norska forsætisráðharranum.

 

Samstarvið við Russland

- Endamálið við fundinum var at fáa nærri at vita, hvørjar metingar norska stjórnin ger sær í samstarvinum við Russland. Eisini greiddi eg frá okkara støðu. Innlitið og vitanina taki eg nú við mær aftur til Føroya, har vit fara umrøða nærri, hvussu okkara samstarv við Russland skal skipast frameftir, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

 

 

Bæði Føroyar og Noreg fordøma hvassliga russisku innrásina í Ukraina.

 

Størri samstarv

Báðir stjórnarleiðararnir halda, at tað er avgerandi at styrkja samstarvið landanna millum.

Millum samstarvsøkini, ið vórðu havd á lofti, vóru alivinna, fiskivinna, hjálandavinna, flogvinna og veitaravinna.

Føroyar og Noreg eru eisini á einum máli um, at neyðugt er framhaldandi at tryggja burðardygt fiskiveiðisamstarv í Norðuratlantshavi.

Løgmaður nýtti eisini høvi til at bjóða norska forsætisráðharranum á almenna vitjan í Føroyum, sigur løgmanskrivstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928