Jákup Veyhe fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

Jákup Veyhe fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð í ár latin Jákup Veyhe, Katju, Kenneth og øllum hinum í Mórugøtu. Hetta varð kunngjørt í samkomu í Müllers Pakkhúsi
Jákup Veyhe er nærmast blivin eitt við Kenneth, Katju og øll hini í Mórugøtu
 
20.10.2022 - 17:36

Væl umtókta barnaútvarpsrøðin "Tey í Mórugøtu" hjá Jákupi Veyhe fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. 

“Tey í Mórugøtu” er best kent úr Barnaútvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, men er eisini lagað til einmans- og skúlaleikir.

Við jøvnum millumbilum eru Kenneth og Katja og øll hini í Mórugøtu beinleiðis atvoldin til, at børn og vaksin gerast ov sein um morgunin. 

 

Føroyskt dygd til børn og ung

Dómsnevndin leggur dent á, at “Tey í Mórugøtu” er nakað so forkunnugt sum uppruna føroyskt dygdarundirhald til børn og ung. 

Víst verður eisini á, at tilfarið í røðini fevnir breitt og er meira enn bara undirhald. 

"Talan er um sjáldsama gløggan samtíðarhumor, sum bæði prikar og avdúkar viðurskifti, sum vit kenna okkum aftur í, men helst ikki vilja kennast við," skrivar dómsnevndin í sínari grundgeving. 

"Jákup Weyhe eigur stórt rós uppiborið fyri “Tey í Mórugøtu”, sum hann bæði skrivar, ritstjórnar og ljóðblandar, umframt at leggja røddir, ljóð og tónleik til. 

 

Kann hoyrast á KVF-heimasíðuni

"Tey í Mórugøtu" er gjørd í samstarvi Børn & ung í Kringvarpi Føroya.

Útvarpsrøðin kann tískil hoyrast á VIT-síðuni hjá Kringvarpinum.

Hoyr røðina um "Tey í Mórugøtu"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117
Hósdag 12. februar
Filip: Tað er løtan
204118
Hósdag 12. februar
Jóhanna: Tey dansa eins og skuggar
204119