Fyrstu prestahjúnini í Føroyum

Fyrstu prestahjúnini í Føroyum
Fyri fyrstu ferð eru kona og maður sóknarprestar í føroysku fólkakirkjuni.
 
08.09.2026 - 15:25

Ida og Tummas Lykke Kannuberg eru fyrstu hjún í Føroyum, har bæði eru sóknarprestar samstundis.

Tað byrjaði alt í Keypmannahavn undir eini undirvísing í Rómverjabrævinum á teologiska lesnaðinum. Ida og ein vinkona høvdu skipað ein lesibólk, og Tummas spurdi, um hann slapp at vera við. Har lærdu tey hvørt annað at kenna, hóast tað ikki gjørdist fast millum teirra beinanvegin. Eina tíð seinni, tá Tummas var vorðin prestur í Danmark, spurdi hann, um Ida vildi koma at síggja kirkjurnar, har hann virkaði. Restin er, sum man sigur, søga - og nú hava tey júst hátíðarhildið tvey ára brúdleypsdag.

At vera sóknarprestur er ikki eitt vanligt starv. Telefonin kann ringja øll tíðspunkt á degnum - tað kann vera onkur, sum hevur mist, onkur sum skal hava barnadóp ella onkur, sum skal hava nýtt dópsbræv. Fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman við lítlari dóttur, hava tey felagskalendara og góða hjálp frá familju.

Hóast tað kann vera avbjóðandi at fáa gerandisdag og tvey embæti at ganga upp, vísa bæði á, at tað er ein fyrimunur, at makin hevur sama yrki. Tú hevur altíð ein, sum skilir støðuna, og so hava vit eisini hvønn annan at sparra við til ymiskt fakligt.

Í næstum flyta tey inn í prestagarðin í Hvalvík.

Ida og Tummas vitjaðu morgunsendingina. Øll samrøðan kann hoyrast her:

a_1998-5_SITE01

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961