Høgni spyr løgmann um Jenis

Høgni spyr løgmann um Jenis
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, skal svara einum fyrispurningi um tað, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, segði og gjørdi á ráðstevnu í Reykjavík í síðstu viku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.10.2022 - 18:29

Tað er Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, ið hevur sett løgmanni ein §52a-fyrispurning, eftir at tingfólk í síðstu viku frættu í fjølmiðlunum, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum á ráðstevnuni Arctic Circle í Reykjavík hevði lagt fram eina arktiska strategi fyri Føroyar.

Til staðar vóru umboð úr øllum heiminum, ið vórðu kunnað um eitt sera týðandi mál fyri Føroyar og altjóða samstarvið hjá Føroyum.

Trupulleikin var bara, at arktiska strategiin ikki hevði verið til ráðførslu hjá løgtingsins uttanlandsnevnd, sum eigur at verða tikin upp á ráð í øllum týðandi uttanríkispolitiskum avgerðum.

Nú vil Høgni Hoydal hava at vita frá løgmanni, hví henda strategi ikki hevur verið løgd fyri uttanlandsnevndina.

Heldur einki um rammuavtalu
Somuleiðis frættu tingfólk í fjølmiðlunum, at ein sonevndur rammusáttmáli var undirskrivaður millum Føroyar og Ísland um fiskivinnu.

Hetta sigur Høgni Hoydal eisini vera eitt sera týðandi uttanríkispolitiskt mál, sum uttanlandsnevndin heldur ikki er blivin kunnað um.

Tí spyr hann nú løgmann, hvussu ráðførslurnar hava verið í hesum málum, og hvør tann politiska grundgevingin er fyri ikki at viðgera slík mál í Uttanlandsnevndini.

Høgni Hoydal spyr eisini løgmann, um hann heldur, at Jenis av Rana heldur ásetingarnar í stýrisskipanarlógini um týðandi uttanríkispolitiskar avgerðir, sum skulu til ráðførslu í Uttanlandsnevnd Løgtingsins.

Eisini skal løgmaður svara, hvussu hann í hesum málum hevur útint sína eftirlitisskyldu við, at landsstýrisfólk fyrisita á lógligan hátt.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, skal svara fyrispurninginum í seinasta lagi hósdagin 3. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655