Stuðulsgongur kring heimin fyri iranum

Stuðulsgongur kring heimin fyri iranum
Fleiri túsund iranar í øllum Europa fóru í gjár út á gøturnar í Berlin, Washington og Los Angeles fyri at stuðla iranum, sum mótmæla prestastýrinum í hesum døgum
 
23.10.2022 - 10:02

Í fimm vikur hava íbúgvar í stórum pørtum av Iran mótmælt prestastýrinum, sum millum annað tvingar kvinnur at ganga við turriklæði. Mótmælini í Iran vórðu útloyst, eftir at 22 ára gamla Masha Amini doyði eftir, at hon varð handtikin í Teheran 13. september fyri at hava turriklæðið sitandi ov leyst á høvdinum.

Fleiri enn 200 fólk eru deyð, og fleiri túsund eru fongslað í sambandi við mótmælini í Iran. Hetta hevur fingið fólk kring heimin at vísa samhuga við at fara út á gøturnar. Sambært BBC er hetta størsta mótmælisgongan, sum iranar í útlegd hava hildið higartil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Mánadag 29. juni
RagnarRokk: Johan Karlsson um Mournbraid
209106
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107