Widerøe og Atlantsflog avlýsa

Widerøe og Atlantsflog avlýsa
Bæði norska felagið Widerøe og føroyska Atlantsflog hava avlýst flogferðir til Føroya í dag og í kvøld, tí vindurin er ov nógvur
 
30.10.2022 - 18:36

Flogfarið hjá Widerøe úr Bergen, sum skuldi lenda í Vágum á miðdegi, varð avlýstur, og tí varð heldur eingin norsk fráferð aftur til Bergen í dag.

Atlantsflog hevur avlýst seinasta flogfarið í kvøld, sum skuldi komið í Vágar klokkan tíggju minuttir í átta.

- Hetta hava vit gjørt, tí hann sigur frá nógvum vindi av suðri, sigur Ragnar Joensen, ferðslusamskipari hjá Atlantsflogi.

- Men tann flúgvaran fáa vit eftir ætlan heim so mikið tíðliga í morginári, at tað verður, áðrenn tann fyrsti skal avstað, so tí átti flogferðslan í morgin ikki at verið ávirkað av hesum, sigur samskiparin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793