Sambandið flestar atkvøður

bannari
Sambandið flestar atkvøður
Sambandsflokkurin gjørdist stóri vinnarin, meðan Fólkaflokkurin gjørdist taparin
 
31.10.2022 - 22:40

Sambandsflokkurin við Onnu Falkenberg á odda fekk 8.198 atkvøður, sum svarar til 30,2 % av samlaða atkvøðutalinum. Hetta er ein framgongd upp á 1,5 prosentstig.

Á øðrum plássi var Javnaðarflokkurin við toppskoraranum, Sjúrði Skaale, sum fekk 3.804 persónligar atkvøður. Flokkurin hevði eina framgongd upp á 2,5 prosentstig.

Tjóðveldið gjørdist nummar trý við 18,1 prosentum av atkvøðunum, ið vóru 4.927 í tali. Ovast á Tjóðveldislistanum er Bjørt Samuelsen við 958 atkvøðum. Flokkurin hevði eina lítla afturgongd upp á 0,7 prosentstig.

Síðan kom Fólkaflokkurin við 4.222 atkvøðum, ið svarar til 15,5 %. Toppskorarin er Jógvan á Lakjuni við 683 persónligum atkvøðum. Afturgongdin hjá flokkinum var 8,6 prosentstig.

Miðflokkurin og Framsókn fingu ávíkavist 4,5% og 3,4% av atkvøðunum, og toppskorarar vóru Bjarni K. Petersen og Jenis av Rana.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655