Aaja hevði 10 krøv við sær

Aaja hevði 10 krøv við sær
Onnur grønlendska fólkatingskvinnan krevur m.a., at Grønland verður umboðað, tá Danmark skal samráðast í hernaðarmálum
Aaja Chemnitz hitt tíðindafólk uttan fyri Marienborg, áðrenn hon fór á fund við Mette Frederiksen.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.11.2022 - 14:37

Aaja Chemnitz, sum er vald í fólkatingið fyri grønlendska flokkin IA, segði við fjølmiðlarnar uttan fyri Marienborg eftir fund sín við Mette Frederiksen, at hon hevði 10 krøv við sær, tá hon hitti samráðingarleiðaran.

Øll krøvini hava við grønlendsk áhugamál at gera. Millum annað krevur hon, at Grønland er umboðað, tá Danmark skal samráðast í hernaðarmálum.

Aaja Chemnitz segði eisini, at hon seinni í dag fer at hitta Lars Løkke Rasmussen, formann í Moderata flokkinum, og at hon ikki enn hevur tikið avgerð, um hon skal taka undir við einari fult reyðari stjórn, ella um stjórnin kann skipast tvørtu rum miðjuna í Fólkatinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025