Saknar orsakir til undantak

Saknar orsakir til undantak
Fiskivinnuráðið vil hava neyvari reglur um, nær undantak kann gevast frá ásetingini um brúksskyldu í lógini um sjófeingi
Fiskimálaráðið skal siga, nær undantak kann gevast frá brúksskylduni, sigur Fiskivinnuráðið. aðudinenn
 
06.11.2022 - 13:20

Fiskivinnuráðið vil hava neyvari reglur um, nær undantak kann gevast frá ásetingini um brúksskyldu í lógini um sjófeingi.

Fiskivinnuráðið hevur viðgjørt uppskotið hjá Fiskimálaráðnum um broytingar í lógini um sjófeingi.

Lógaruppskotið kom í løgtingið fríggjadagin. 

Uppskotið gevur landsstýrismanninum heimild at veita undantak fyri einstøk fiskifør at halda brúksskylduna.

Ógreitt

Tó greiða viðmerkingarnar um hesa áseting ikki serliga væl frá, nær undantak kann latast, sigur Fiskivinnuráðið.

Tað mælir til, at viðmerkingarnar verða dagførdar við eini stuttari og neyvari frágreiðing um, nær undantak  kann latast.

Til dømis kundi verið skrivað, at undantak kann latast frá trý ára brúksskylduni, tá kvoturnar eru serliga lítlar, tá veiðibann er lýst fyri ávísan fiskiskap, ella tá eingin fiskiskapur er eftir kvotum, sum fiskiloyvi er útskrivað til, tí fiskaloysi er.

Aðrar broytingar eru í lógaruppskotinum, men Fiskivinnuráðið sigur, at tað er sent til hoyringar við so stuttari freist, at trupult er at viðgera allar tættir í uppskotinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572