Stjórnarsamráðingarnar halda fram

Stjórnarsamráðingarnar halda fram
Í dag er heilsuøkið á skránni
Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharri, hitti tíðindafólk uttan fyri Marienborg, áðrenn stjórnarsamráðingarnar vóru tiknar uppaftur í morgun.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.11.2022 - 08:31

Samráðingarnar um at skipa stjórn í Danmark byrja aftur í morgun, eftir steðg um vikuskiftið.

Tað er framvegis Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharri, sum stendur á odda fyri at skipa stjórn, og hon hevur boðsent hinum flokkunum at koma á fund.

Tann fyrsti skuldi hitta Mette Frederiksen klokkan hálvgum níggju, okkara tíð, og síðani skulu allir flokkar hitta virkandi forsætisráðharran.

Í dag verður tosað um heilsuøkið.

Samráðst verður við allar flokkar, sum vilja vera við, boðar danski javnaðarflokkurin frá undan samráðingunum í dag.

Danmarksdemokratarnir hjá Inger Støjberg eru ikki longur við í samráðingunum um at skipa stjórn.

Ætlanin er, at samráðingarnar um at skipa stjórn skulu halda fram í morgin ári klokkan átta, okkara tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290