Løgmaður: Havi ikki koyrt Miðflokkin úr samgonguni

Løgmaður: Havi ikki koyrt Miðflokkin úr samgonguni
Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, sum hevur koyrt Jenis av Rana, landsstýrismann, úr starvi
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í samrøðu við Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Jógvan á Lakjuni, løgtingsformann, og Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóra
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2022 - 11:12

Hóast Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur loyst Jenis av Rana, landsstýrismann, úr starvi, merkir tað ikki, at Miðflokkurin eisini er koyrdur úr samgonguni.

Tað segði løgmaður í samrøðu við útvarpið fyri løtu síðani.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann hevur mist tolið við Jenisi av Rana, tí hann so seint sum í gjár alment heitti á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga ímóti boðum løgmans.

Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Bárð á Steig Nielsen fyri løtu síðani:

 

08112022_Bardur_um_Jenis

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ætlaði at leggja fram uppskot um misálit á Jenis av Rana, men tað var av ongum, tá løgmaður avgjørdi at koyra landsstýrismannin frá. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439