Bæði herðandi og linnandi umstøður í hashdómi

Bæði herðandi og linnandi umstøður í hashdómi
Ein 43 ára gamal maður fekk í Føroya rætti treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár og sjey mánaðir fyri at royna smugla 15,7 kilo av hashi til Føroya og selja tað her
Ein 43 ára gamal maður var í Føroya rætti 9.november dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár og sjey mánaðir fyri hashsmugling. (Savnsmynd)
 
17.11.2022 - 10:16

Tað vóru bæði herðandi og linnandi umstøður, tá ein 43 ára gamal maður í Føroya rætti tann 9.november fekk treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár og sjey mánaðir fyri at royna at smugla 15,7 kilo av hashi til Føroya og selja tað her.

Hann skal eisini gjalda sakarmálskostnaðin.

Maðurin játtaði seg sekan. Hann tók við dóminum.

(Savnsmynd)

 

Er dani og áður dømdur

Tað var herðandi, at maðurin, sum er dani, í 2017 fekk fimm ár í rættinum í Kolding fyri at bróta rúsevnislógina.

Hann var royndarleyslatin í 2019.

Tað er linnandi, sigur Føroya rættur, at sambært manninum sjálvum fekk hann ikki at vita fyrr hann var um borð á Norrønu á veg til Føroya, at hash var í bilinum hjá honum.  

Maðurin kom við Norrønu 10.oktober.

(Savnsmynd)

 

Tveir føroyingar eisini tiknir

Sambært ákæruritinum hevði maðurin samband við fólk í Danmark og í Føroyum um hashið. 

Løgreglan í Føroyum hevur tikið tveir føroyingar í sambandi við málið.

Føroya rættur avgjørdi eisini, at hald skal leggjast á hashið og bilin hjá manninum. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040