Fangar latnir leysir í Myanmar

Fangar latnir leysir í Myanmar
Millum teirra, sum eru latin leys, eru fleiri útlendingar
Millum teirra, sum verða latin leys í Myanmar í dag, er avstralski búskaparfrøðingurin, Sean Turnell, sum var ráðgevi hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Aung San Suu Kyi. Henda myndin er tikin í fjør.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.11.2022 - 09:18

Herleiðslan í Myanmar hevur gjørt av at lata 6.000 fangar leysar á tjóðardegnum, sum er í dag.

Tað skrivar Reuters, við herleiðsluni sum keldu.

Millum teirra, sum eru latin leys, eru fleiri útlendingar, m.a. avstralski búskaparfrøðingurin, Sean Turnell, sum var ráðgevi hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Aung San Suu Kyi.

 

Suu Kyi rikin frá valdinum 

Herurin tók valdið í landinum í februar í fjør. Tá var Suu Kyi rikin frá valdinum og fongslað, og hon er síðani dømd fongsulsrevsing fleiri ferðir. Nógv lond hava funnist at framferðini hjá hernaðarjuntuni.

Bretin, Vicky Bowman, sum var sendiharri í Myanmar frá 2002 til 2006, er eisini latin leysur.

Sean Turell var ákærdur fyri at hava brotið eina lóg um ríkisloynidómar, og Vicky Bowman var ákærdur fyri at hava brotið innferðarlógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360