Koyrandi um hálvt annað ár

Koyrandi um hálvt annað ár
Fyrsta skotið í tunlinum til Fámjins var skotið í gjár
Fyrsta skotið er latið av, og gongst sum ætlað, verður koyrandi í Fámjinstunlinum í 2023.
Mynd: Landsverk  
 
17.11.2022 - 10:39

Longu um hálvt annað ár verður koyrandi í tunlinum til Fámjins.

Tað sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki:

 

17112022_Sigurd_Lamheuge

 

Stjórin í Landsverki hevur havt úr at gera seinastu dagarnar í sambandi við tunnilsarbeiðini. Her heilsar Sigurd L. Lamhauge upp á borgarstjórarnar á Viðareiði og í Hvannasundi, tá seinasta skotið í tunlinum til Hvannasunds var latið av týsdagin. (Mynd: Landsverk)

 

Seinnapartin í gjár var fyrsta skotið í Fámjinstunlinum latið av.

Egon Sørensen, elsti maður í Ørðavík, fekk heiðurin at skotið fyrsta skotið.

Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, sigur, at hátíðarhaldið í dag var úrslitið av einum tógvum stríði at fáa tunnil til bygdina:

 

17112922_Joanis_Lisberg

 

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur. 

Samlaði kostnaðurin fyri alla verkætlanina er mettur til 207 milliónir krónur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522