Færri ph.d.-lesandi á Setrinum

Færri ph.d.-lesandi á Setrinum
Av teimum 18, sum í 2021 vóru innskrivað sum ph.d.-lesandi, vóru 11 kvinnur og sjey menn
Eins og undanfarin ár eru flest ph.d.-lesandi knýtt at Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.
 
21.11.2022 - 13:08

Seinastu árini hevur talið av ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum verið vaksandi.

Tó eru ábendingar um, at stígur er um at koma í støðugu framgongdina, tí í 2021 var samlaða talið av ph.d.-lesandi á Setrinum 18, samanborið við 19 í 2020.

Tað sæst í árfrágreiðingini, sum Fróðskaparsetrið júst hevur almannakunngjørt.

Eins og undanfarin ár eru flest ph.d.-lesandi knýtt at Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, meðan helvtin av teimum ph.d.-lesandi er heimahoyrandi á annaðhvørt Náttúruvísindadeildini ella Søgu- og samfelagsdeildini.

Av teimum 18, sum í 2021 vóru innskrivað sum ph.d.-lesandi á Setrinum, vóru 11 kvinnur og sjey menn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815