Triðihvør norðmaður hevði valt Høgra

Triðihvør norðmaður hevði valt Høgra
Veljarakanning vísir, at Arbeiðaraflokkurin hevði havt ringasta úrslit í 116 ár
Høgriflokkurin hjá Ernu Solberg hevði fingið eitt gott úrslit, var val í Noregi nú.
 
22.11.2022 - 14:03

Triðihvør veljari í Noregi hevði atkvøtt fyri andstøðuflokkinum Høgra, um val var í dag. 

Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Vårt Land hevur latið gera. 

Meðan Høgri hevur stóra framgongd í kanningini, so gongur illa hjá Arbeiðaraflokkinum, sum er í stjórn. 

Kanningin vísir, at um val var í dag, hevði Arbeiðaraflokkurin fingið 15,4 prosent. Sambært norska miðlinum VG hevði tað verið vánaligasta valúrslit í 116 ár. 

Samanborið við seinastu kanning hjá Vårt Land er afturgongdin 2,6 prosentstig. 

 

Tað gongur illa hjá norska Arbeiðaraflokkinum. Nýggj veljarakanning vísir, at flokkurin hevði fingið ringasta úrslit í 116 ár, var val nú. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938