Fiskiveiðiavtala við Russland

Fiskiveiðiavtala við Russland
Føroyar og Russland gjørdu í gjárkvøldið sínámillum fiskiveiðisáttmála fyri 2023
 
26.11.2022 - 11:35

Avtalan, sum nú er gjørd, hevur tillagingar, ið taka atlit at broytingum í fiskastovnunum.

Toskakvotan í Barentshavinum minkar 20 prosent í 2023, og hevur hetta við sær, at føroysku kvoturnar av botnfiski verða 20 prosent lægri enn í 2022.

Hinvegin hækkar føroyska rækjukvotan 1.500 tons.

Russisku kvoturnar av svartkjafti, makreli og norðhavssild í føroyskum sjógvi lækka.

Næsta ár eru føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi 12.285 tons av toski, 1.276 tons av hýsu, 900 tons av flatfiski og 4.000 tons av rækjum.

Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi næsta ár eru 72.000 tons av svartkjafti, 13.000 tons av makreli og 8.500 tons av sild, íroknað hjáveiðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053