Seks bilførarar koyrdu ov skjótt

Seks bilførarar koyrdu ov skjótt
Bilførararnir vóru tiknir við Gøtugjógv, á Toftum og millum Fjarða
 
29.11.2022 - 08:20

Politiið tók seks bilførarar í gjár fyri at koyra av skjótt.

Tveir vóru tiknir við Gøtugjógv, har loyvt er at koyra í mesta lagi 50 km/t.

Annar bleiv máldur at koyra 76 km/t og hin 69. Hetta var fyrrapartin í gjár.

Í døgurðatímanum var ferðkanning á Toftum. Har koyrdu tríggir ov skjótt, tann eini 79 km/t. 

Og millum Fjarða koyrdi ein bilførari 113 km/t.

Í kanningini við Gøtugjógv fyrrapartin í gjár vóru sjey bilførarar skrivaðir fyri at brúka fartelefon ólógliga.

 

Ferðsluóhapp

Eitt ferðsluóhapp var á Argjum í gjárkvøldið.

Tað var við rundkoyringina á Glyvursvegnum. Har rendi ein bilur á ein ungan mann, sum var til gongu.

Maðurin var fluttur á Landssjúkrahúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342