Skattalætti kostar hálva millión

Skattalætti kostar hálva millión
Skattaprosentið í Vági lækkar, men barnafrádrátturin verður óbroyttur
Vágs býráð samtykti endaliga fíggjarætlanina fyri 2023 í gjárkvøldið.
 
29.11.2022 - 08:51

Skattalættin hjá Vágs kommunu fer at kosta kommununi hálva millión næsta ár.

Skattaprosentið er lækkað úr 21,50 niður í 21,30 prosent. Men barnafrádrátturin er óbroyttur, 6.000 kr.  

Vágs býráð samtykti endaliga fíggjarætlanina fyri 2023 í gjárkvøldið.

Inntøkurnar eru mettar at blíva 71,6 mió. kr., 4,3 milliónir størri enn í ár. 

Raksturin kostar 62,5 milliónir, íløgurnar 7,85 milliónir, og avlopið, 1,2 milliónir, fer til at gjalda skuld.

Vágs Kommuna fer at rinda góðar tríggjar milliónir krónur í skuld næsta ár.

Renturnar eru góðar 300.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040