Macron vitjar Biden í Hvítu húsunum

Macron vitjar Biden í Hvítu húsunum
Frankaríki er elsti sameindi hjá USA, men handilskríggj hóttir
Franski forsetin, Emmanuel Macron, er komin til USA at vitja Joe Biden, forseta.
Mynd: RitzauScanpix  
 
01.12.2022 - 09:10

Í dag vitjar franski forsetin, Emmanuel Macron, starvsfelaga sín í Hvítu húsunum í Washington, Joe Biden. 

Frankaríki er elsti sameindi hjá USA, og tøttu viðurskiftini millum londini bæði verða hátíðarhildin við 21 kvøðuskotum og eini veitslu í Hvítu húsunum. 

Men beint undir øllum skreytinum, sum vitjanin er ballað inn í, lúrir eitt stríð, sum frammanundan skuggar fyri vitjanini. Tí bæði Frankaríki og onnur ES-lond stúra fyri, at tey standa á gáttini til eitt handilskríggj við USA, sum kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri evropiskan ídnað.

Eygleiðarar spáa, at ein inflatiónslóg kann fara at syndra vesturheimin og skapa ómetaliga stóran skilmun millum USA og Evropa.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520