Ógreið støða til fosturtøku

bannari
Ógreið støða til fosturtøku
Bara er ein av teimum sjey politisku flokkunum hevur tikið eina týðiliga støðu til fosturtøkumál, meðan hinir fríttstilla síni valevni
 
04.12.2022 - 17:18

– Tað kann vera trupult hjá føroyskum veljarum at meta um, hvørja støðu ymisku politisku flokkarnir hava til fosturtøku, segði Hallbera West, stjórnmálafrøðingur, við danska kringvarpið í gjár. 

Hon vísti á, at tað bara er ein av teimum sjey flokkunum, ið hevur tikið eina týðiliga støðu til fosturtøkumál, meðan hinir flokkarnir hava fríttstillað síni valevni, tá ið tað kemur til etisk mál so sum fosturtøku.

Tað eru helst mong, ið halda, at fosturtøka er eitt týdningarmikið mál, men tað verður trupult at grunda sítt val á hetta, eftirsum flestu flokkar ikki hava tikið eina felags støðu til málið.

Tá talan er um fosturtøku, er tað ikki avgerandi, hvør flokkur verður valdur, men hvørji valevni verða vald, og fyri veljaran er hetta ein trupulleiki, vísti Hallbera West millum annað á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203