Talvlandsliðið farið undir venjingar

Talvlandsliðið farið undir venjingar
Ivan Sokolov er nú byrjaður sum venjari hjá føroyska talvlandsliðnum
Her síggjast telvararnir á føroyska landsliðnum undir OL-kappingini í India í summar. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft
 
05.12.2022 - 23:25

1. desember hevði Ivan Sokolov fyrstu venjingina við føroysku telvarunum.

Fýra venjingar eru nú í desember. Vant verður aftur 9. desember, 15. desember og 22. desember. Hesar venjingar fara fram umvegis netið. Føroysku telvararnir sita heima við hús, og venjarin situr í Hollandi. Allir eru so knýttir saman umvegis Teams.

Føroysku telvararnir lótu væl at fyrsta venjingarkvøldinum. Sama gjørdi venjarin.

 

Taka samanum eftir jól

Eftir jól verður tikið samanum, og eru partarnir samdir um, at haldast skal fram við samstarvinum, verður nýggj venjingarætlan løgd fyri komandi ár. Tá kann roknast við, at Ivan Sokolov kemur til Føroyar at venja landsliðið.

Talvsamband Føroya hevur tikið út seks telvarar at venja í landsliðstoyminum. Teir eru Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen. Hetta eru teir fremstu fýra her á landi umframt fremstu tveir unglingarnir.

 

Óvæntaður sigur í talvolympiaduni

Ivan Sokolov leiddi í summar Usbekistan til óvæntaðan sigur á talvolympiaduni í India. Líkt er tí til, at tað er ein av fremstu talvvenjarunum í heiminum, sum Talvsambandið hevur knýtt av føroyska landsliðnum.

Talvlandsliðið hevur uppgávur í komandi ári. Kappingin fyri smátjóðir í Evropa og EM-stevnan fyri landslið eru báðar í heyst. Olympiada verður í Ungarn í 2024. 

 

Nummar 77 av 200 londum

Altjóða talvsambandið FIDE hevur kunngjørt styrkilistan fyri desember.

Her sæst, at Føroyar eru nummar 77 í røðini av teimum í alt 200 londunum í heiminum, sum eru limir í FIDE.

Havandi í huga, at vit teljast millum smæstu limalondini, er tað hugvekjandi í sjálvum sær.

Fremstu tíggju londini í heiminum eru hesir:

1. USA 2726
2. Russland 2711
3. India 2694
4. Kina 2689
5. Ukraina 2663
6. Aserbadsjan 2651
7. Frakland 2643
8. Armenia 2635
9. Spania 2632
10. Holland 2629

 

Fremstu einstøku fimm telvararnir í heiminum eru hesir:

1. Magnus Carlsen (Noreg) 2859
2. Liren Ding (Kina) 2811
3. Ian Nepomniachtchi (Russland) 2793
4. Alireza Firouzja (Frakland) 2785
5. Hikaru Nakamura (USA) 2768


Okkara topp 10

Í Føroyum eru okkurt um 350 virknir telvarar í teimum níggju feløgunum, sum eru við í landskappingini.

Tann føroyski topp 10 listin sær í desember soleiðis út:

1. GM Helgi Dam Ziska (HT) 2546
2. Høgni Egilstoft (ST) 2397
3. IM John Arni Nilssen (ST) 2321
4. Martin Poulsen (HT) 2311
5. Rógvi Egilstoft (ST) 2290
6. IM John Rødgaard (VT) 2280
7. Olaf Berg (HT) 2217
8. Luitjen Akselsson Apol (2215)
9. Flóvin Tór Næs (HT) 2208
10. Jóan Hendrik Andreasen (HT) 2192


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. juli
Morgunlestur týsdagur 16. juli 2024
177834
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016
Leygardag 13. juli
Landsdystur: Føroyar - Montenegro
178015