Andrias leikbannaður: - Ítróttastjórin verður glaður

Andrias leikbannaður: - Ítróttastjórin verður glaður
Andrias Edmundsson var væl nøgdur við avrikið og javnleikin ímóti Slovakia á heimavølli, men minni glaður fyri gula kortið, sum gevur honum leikbann til Kasakstan-dystin
02.10.2026 - 22:54

Avrikið var gott, og stigið var uppiborið, helt Andrias Edmundsson eftir 1-1 javnleikin ímóti Slovakia á Tórsvølli í 3. umfari í Nations League.

Minni gott var tað, at stóri Verona-miðverjin sá gult í seinna hálvleiki, og tískil verður leikbannaður til útidystin ímóti Kasakstan týsdagin.

 - Tá teir fara í álop, verði eg noyddur at taka hann, og tað er tað sama, sum hendir í Moldova. Eg føli, at vit hava momentum, og viðhvørt, tá tú spælir ov smart og heldur teg vera ov góðan, verður tú revsaður, segði Andrias Edmundsson.

Hann legði afturat, at fyri nøkrum árum síðan, høvdu føroyingarnir kanska ikki gjørt hasi fríspørkini, sum kunnu vera neyðug í ávísum støðum.

Andrias Edmundsson kann fara aftur til Italia og Hellas Verona, heldur enn longu leiðina til Kasakstan, har hann ivaleyst heldur vildi verið.

 - Ítróttastjórin er sikkurt nakað glaður, helt hann smílandi fyri.

Dysturin ímóti Kasakstan, sum verður hin fjórði í røðini í Nations League, verður spældur í Astana týsdagin.

 


Andrias Edmundsson var sum ikki einaferð stinnur í verjuspælinum, men gula kortið eftir steðgin kostar leikbann ímóti Kasakstan. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308