Føroyar og Grønland atkvøddu saman við Russlandi

Føroyar og Grønland atkvøddu saman við Russlandi
Hóast atkvøtt var í einum máli í NEAFC, sigur ES, at hetta er álvarsamt, tí Russland er í kríggj við Ukraina
Málið snýr seg um at banna sonevndum uppsamlingsposum, sum verða brúktir í sambandi við rækjufiskiskap. Noreg átti uppskotið í NEAFC. (Savnsmynd: KNR)
 
07.12.2022 - 13:11

Ein atkvøðugreiðsla um fiskiskap vekir ans í ES.

Danska kongsríkið verður nú ákært fyri at vera í parti við Russlandi, men føroyska Uttanríkisráðið vísir hesum aftur.

Føroyar og Grønland - tað vil siga danska kongsríkið - hava saman við Noregi og Bretlandi atkvøtt saman við Russlandi í NEAFC. 

Talan er um eitt uppskot frá Noregi um at banna sokallaðum uppsamlingsposum, sum verða brúktir í sambandi við rækjufiskiskap.  

Russland tekur undir við uppskotinum, og tað sama gera Bretland og danska kongsríkið. ES-londini vóru tí í minniluta og taptu atkvøðugreiðsluna, sum var miðjan november.  

 

Óheppið og álvarsamt

Hetta fall ikki í góða jørð hjá ES, og tey siga hetta vera ógvuliga óheppið og álvarsamt, havandi í huga spentu geopolitisku støðuna í løtuni. 

Sambært ES er talan ikki bara um fiskivinnupolitikk, nú Russland er í kríggj við Ukraina.  

- Hetta snýr seg heilt grundleggjandi um, hvørt lond eru í parti við Russlandi ella ikki, sama hvat málið snýr seg um, eru boðini frá ES, sambært danska miðlinum Altinget. 

 

Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi.

 

Misvísandi

Í skrivligari viðmerking til Kringvarpið sigur Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, soleiðis:

- Eg vildi hildið, at tað í hesum føri er ein feril misvísandi at siga, at Føroyar eru í parti við Russlandi.

- Talan er ikki um eitt russiskt uppskot til NEAFC samtykt. Talan er tó um eitt norskt uppskot, ið Føroyar/Grønland, Stórabretland og eisini Russland tóku undir við. 

- Tað er ein sannroynd, at samtyktin ikki er samljóðandi við ES-áhugamál í Loynikrókinum.  

- Men fyri Føroya viðkomandi er aleina talan um eitt fiskivinnupolitiskt mál, heldur enn hvørt ávís NEAFC-limalond stuðla ávísum málum, ið eisini Russland stuðlar, sigur Bjørn Kunoy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120