Álopin á Skálatrøð

Álopin á Skálatrøð
Politiið hevur í løtuni onga slóð at elta, og vil gjarna frætta frá fólki, sum halda seg vita okkurt um hendingina
Maðurin, sum er í sjeytiárunum, var sligin og sparkaður, sigur politiið.
 
12.12.2022 - 08:41

Sunnunáttina millum midnátt og klokkan hálvgum eitt var ein maður álopin á Skálatrøð.

Maðurin, sum er í sjeytiárunum, var á veg til hús eftir at hava vitjað skyldfólk, tá tríggir ungir menn lupu á hann.

Maðurin var sligin og sparkaður, sigur politiið. 

Álopsmenninir vóru millum bilarnar, sum stóðu á Skálatrøð. 

Tá álopni maðurin rópti eftir hjálp, rýmdu ungu menninir. Maðurin fór til hús og haðani á Landssjúkrahúsið til kanningar. 

Politiið hevur í løtuni onga slóð at elta, og vil gjarna frætta frá fólki, sum halda seg vita okkurt um hendingina á Skálatrøð millum midnátt leygarkvøldið og klokkan hálvgum eitt sunnunáttina.

 

Koyrdu ávirkaðir

Um vikuskiftið vóru fimm bilførarar tiknir og skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir. Tann eini bilførarin hevði júst fingið koyrikort.

Ein bilur fór út av vegnum við Drelnes og endaði á einum grótgarði stutt eftir døgurða í gjár.

Tvey fólk vóru í bilinum, men hvørki fekk skaða.

Heldur ikki var fólkaskaði, tá ein bilur fór oman av vegnum millum Skála og Skálafjørð seinnapartin í gjár.

Nógv fólk vóru í bilinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391