Vænta nýggja stjórn í Danmark í morgin

Vænta nýggja stjórn í Danmark í morgin
Radikali flokkurin hevur tikið seg úr samráðingunum, og nú eru bara Javnaðarflokkurin, Vinstri og Moderati flokkurin eftir
Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharri. Nú er nýggj stjórn í eygsjón.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.12.2022 - 14:57

Í Danmark verður gitt, at nýggj samgonga verður skipað í morgin. Í løtuni eru samráðingar aftur millum Javnaðarflokkin, Vinstra og Moderata flokkin hjá Lars Løkke Rasmussen.

Flokkarnir samráddust alla nátt, og tá var Radikali Vinstri eisini við.

 

Martin Lidegaard, politiskur leiðari hjá Radikala flokkinum, veittrar samgongutingingunum á Marienborg farvæl. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Men áðrenn samráðingarnar skuldu takast upp aftur nú klokkan trý seinnapartin, boðaði flokkurin frá, at hann ikki longur er við í samráðingunum. Orsøkina siga tey vera, at tað ikki bar til at fáa hinar flokkarnar við til at gera nóg stórar ætlanir á barna- og ungdómsøkinum og veðurlagsøkinum

Kravið, sum flokkarnir høvdu í valstríðnum, um at tað skuldi gerast ein advokatkanning av leiklutinum hjá Mette Fredriksen í minkmálinum, er nú slept.

Tað hava allir flokkarnir, sum sita við samráðingarborðið, boðað frá.

 

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderata flokkinum. (Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040